Altjóða lesidagur
Í dag, 8.september, er altjóða lesidagur.
Tann 17. november í 1965 samtykti UNESCO, sum er stovnur undir ST, at gera 8. september til altjóða lesidag. Dagurin varð fyrstu ferð hildin í 1966. Lesdagurin verður hildin um allan heimin fyri at varpa ljós á tann stóra týdningin, sum lesiførleikin hevur bæði fyri tann einstaka, felagsskapir og samfelagið sum heild.
Í Føroyum leggja vit dent á at læra børnini at lesa og at lesa alt lívið. Í øðrum pørtum av heiminum verður dagurin hildin til tess at varpa ljós á ógvusligu trupulleikarnar við analfabetismu og væntandi møguleikum fyri útbúgving. UNESCO metir, at kring heimin eru minst 773 milliónir børn og vaksin, sum er nærum 10% av heimsins íbúgvum, sum ikki kunnu ogna sær nøktandi lesiførleikar.
Í miðdeildini varpaðu vit ljós á lesidagin við eini felags lesiløtu í fimleikahøllini. Eftir morgunsangin savnaðust allir flokkar í fimleikahøllini, har madrassur vóru lagdar út á gólvið, so næmingarnir kundu sita bleytt og lesa í 15 minuttir. Løtan eydnaðist stak væl - ein góð byrjan upp á dagin. Her eru nakrar myndir frá løtuni.