Skíggi eg - Listaleypurin á vitjan
Í morgun hevði innskúlingin vitjan av Listaleypinum. Tað vóru tríggir mans úr Noregi, ið framførdu leikin: Skíggi eg.
Leikurin byrjar við at tríggir persónar sita saman, men eru ikki saman. Allir hyggja í hvør sín skíggja og tosa ikki við hvønnannan. Friður fyllir rúmið. Eingin streymur er eftir hjá einum teirra, og skíggin sløknar. Hann keðir seg og byrjar í staðin at trumma við fingrunum og spæla sær við rútmum og sløgum. Næsti persónur hyggur upp og gerst hugtikin. Hann byrjar at luttaka og floytar, brestir við fingrunum, ger rútmur og dansar. Triðji persónur krøkir seg uppá, og knappliga hava allir tríggir slept skíggjanum. Eitt rútmiskt spæl er í gongd. Persónarnir hava tað stuttligt, flenna saman og virðismeta samveruna. Knappliga letur í einari telefon…
Snildfonir, teldur og teldlar taka alsamt meira av okkara tíð og uppmerksemi. Børn spæla og luttaka á sosialum miðlum og samskifta nú meira enn nakrantíð við onnur ígjøgnum ein skíggja. Fyri nógv okkara er mest nýtti samskiftishátturin við onnur tann ígjøgnum ein skíggja. Tað, at sita saman og tosa andlit til andlits, spæla kropslig spøl, vera í løtuni og deila kenslur og meiningar beinleiðis, minkar støðugt.
Ein vaksandi partur av tí sosiala og tí at vera sosialt menniskja gongur í dag fyri seg ígjøgnum ein skíggja. Hesir eru ofta sera hent hjálpartól, MEN tøknin kann eisini gera okkum eina bjarnartænastu. Hon kann minka um okkara evni til at samstarva við menniskjuni rundan um okkum. Ein týdningarmikil partur og besti parturin við at vera menniskja er jú at vera saman, tosa saman, deila kenslur, flenna saman, dansa saman, spæla, øll hesi í samveru við onnur, við bæði kroppi og sinni. Ein skíggi kann ongantíð koma ístaðin fyri hetta, og vit hava nú gjørt eina framførslu, sum vísir virðið av hesum gamalsliga mátanum at samstarva.
Vit fingu eina góða og hugfangandi tónleikaløtu við gleðini, har vit hoyrdu tónleik, Beatboxing og sóu dans. Ein fantastiska fangandi og sigandi framførsla um hvussu nógv telefonin minkar um okkara evni til at samstarva við fólk rundanum okkum.