SkíggjaSunn

21.10.2025

Góðu foreldur og næmingar

Í Skúlanum í Eysturkommunu vilja vit skapa eitt umhvørvi, har samvera, rørsla og trivnaður eru raðfest høgt – uttan skíggjar. Tí taka vit undir við átakinum SkíggjaSunn í viku 44, eisini nevnd nærveruvika, sum Betri trygging skipar fyri. Endamálið við hesum átakinum er at økja tilvitið um skíggjanýtslu og styrkja felagsskapin og trivnaðin hjá næmingunum.

Í viku 44 fara vit í miðdeildini at leggja serligan dent á at spæla ymisk spøl og hava ymiskar aktivitetir í skúlanum, sum so vónandi fara at eggja børnunum til at spæla ymiskt, eisini í frítíðini - uttan skíggjar. Við hesum vilja vit skapa eitt meira sosialt og livandi umhvørvi.

Vit mæla eisini til at vitja betri.fo, har tit finna góð ráð til at minka um skíggjanýtslu og styrkja samveruna – sí leinki https://www.betri.fo/skiggjasunn

Vit vóna, at vit saman kunnu stuðla børnunum í at vera "SkíggjaSunn".

Vit vilja minna á telefonpolitikkin í okkara skúla. Telefonpolitikk skúlans finna tit her

Vinarliga

Leiðslan í Skúlanum í Eysturkommunu

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b