Fótbóltsfagnaður í Skúlanum í Eysturkommunu

30.10.2025

Steypafinalan 2025
Við ljósabláum litum og gleði í eygunum var eingin ivi um, hvørjum hesi halda við! Jú, felags myndin fangar ein sannførandi stuðul til Víking! 

Fríggjadagin kl. 19 verður steypafinalan um Løgmanssteypið spæld á Tórsvølli, har Víkingur og KÍ møtast í einum spennandi dysti. Í hesum sambandi savnaðust vit í miðhøllini til eitt serligt tiltak, sum eydnaðist sera væl og setti fótbóltsgleðina í hásæti.

Vit hugdu stutt aftur á seinastu steypafinaluna millum hesi bæði liðini, sum var fyri trimum árum síðani. Tá vann Víkingur 1-0 við brotssparki frá Sølva Vatnhamar – tríggjar minuttir áðrenn leiklok. Hetta minnið setti tónan fyri dagsins fagnað.

Dómarin til ársins finalu verður Jákup Øssurson Mohr, sum mangan hevur verið at sæð her á skúlanum.

Vit fingu vitjan av trimum víkingaleikarum, sum allir hava gingið her í Skúlanum í Leirvík: Ingi Arngrímson, Arnór Brandson og Sølvi Vatnhamar.

Teir greiddu frá sínum royndum og góvu okkum innlit í, hvat skal til fyri at gerast ein góður fótbóltsspælari. Arndis setti teimum spurningar, sum fingu fram bæði gleði og látur.

Eftir tiltakið fingu næmingarnir seðlar at gita úrslitið av dystinum. Seðlarnir vórðu lagdir í kassan, og mánadagin til morgunsangin fáa vit at vita, um nakar gitti rætt. Spenningurin er stórur!

Tiltakið endaði við felagssangi, har øll sungu av hjarta: Ljósablátt og Hoppa nú!
Ein løta við felagsskapi, fótbóltsgleði og lokalum stoltleika – takk til Víkingaspælararnar fyri at gera okkum dagin so serligan og til eyp.fo fyri felagsmyndina. 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b