Lærara til Skúlan í Eysturkommunu skúlaárið 2025/2026

24.11.2025

Vit søkja eftir einum lærara í eitt tíðaravmarkað starv vegna barsil at byrja 05.01.26 fram til 19.06.26

Søkt verður eftir lærara, sum 

  • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans 
  • dugir at samstarva og ert fyrikomandi 
  • er fús/fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum 

Vit vænta, at tú 

  • ert stundislig/ur og nærlagd/ur 
  • ert virkisfús/ur og hugað/ur fyri toymissamstarvi 
  • vilt vera við til at menna eftirmetingar 
  • hevur góðan KT-førleika 
  • kanst virka sum flokslærari 
  • í samstarvi við leiðsluna og starvsfelagar vilt vera við til áhaldandi at menna skúlan
  • kanst virka bæði í innskúling og miðdeild 

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina. 

Førleikakrøv 

  • Læraraútbúgving og linjulestur í onkrari av nevndu lærugreinum 
  • Royndir í føroyska fólkaskúlanum 
  • Harumframt hava førleika at undirvísa í hesum lærugreinum: støddfrøði, føroyskt, kristini og enskum 

Lønar- og setanartreytir:

Løn sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag í lønarflokkunum 18.1 – 29.2. Verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. 

Starvið er tíðaravmarkað frá 05.01.26 -19.06.26. 
Setanarbrotið er áleið 1,0. Vit vænta, at tú kanst byrja tann 05.01.26 ella skjótast til ber. 
 
Umsóknir

Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til sey@skulin.fo.

Umsóknarfreist: 8. desember 2025 kl. 24.00. 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Atli F. Johansen, skúlastjóra á telefon 730070. 

Skúlin í Eysturkommunu er: í Leirvík: innskúling, 0. – 2. flokkur, og í Gøtu: miðdeild, 3. – 7. flokkur. Skúlin hevur eisini serdeild. Í skúlanum eru áleið 275 næmingar við forskúla. 23 lærarar, 4 námsfrøðingar og 2 námsfrøðiligir stuðlar.  

Tú kanst lesa meira um skúlan á heimasíðuni www.skeyk.fo. 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b