Nýtt vælveruøki í Leirvík

09.12.2025

Mikudagin letur nýggja vælveruøkið í Leirvík alment upp.
Klokkan 17–18 er møguleiki hjá øllum at síggja nýggja vælveruøkið uttanfyri svimjihøllina í Leirvík. Gløgg og søtt verður at fáa.
Eftir hetta, klokkan 18–21, verður almenn svimjing, har vælveruøkið somuleiðis er opið – og ókeypis at nýta.
(Nærri kunning um upplatingartíðir kemur á heimasíðuna hjá Eysturkommunu seinni.)

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b