Hondbóltslandsliðið hjá monnum á vitjan
06.01.2026
Í morgun fingu vit forkunnuga vitjan, tá A-landsliðið í hondbólti hjá monnum gav sær stundir at steðga á í skúlanum við Gøtugjógv, áðrenn teir fóru víðari til venjing í høllini á Kambsdali. Í skúlanum heilsaðu teir upp á næmingarnar og svaraðu spurningum, sum børnini settu. Aftaná stóðu børnini í kø fyri at fáa autograf frá teimum.
Vit gleða okkum og eru sera spent, til teir fara at spæla til EM26 í Oslo. Her eru nakrar myndir frá vitjanini