Sletudagur í allar fagrasta kavaveðri
08.01.2026
Mikudagin fóru allir næmingar og starvsfólk ein túr út at sleta. Veðrið var av tí allar fagrasta.
Sletað varð á Regnavegi og aftaná varð gingið niðan eftir Beitisvegi, har næmingar eisini spældu sær í kavanum. Hóast veðrið var kalt, vóru øll væl ílatin til at hugna sær í kavanum.
Tá vit komu aftur í skúlan, var sera gott at fáa heitt kakao og bollar – ein góður endi á einum sera væleydnaðum sletudegi.