Skrubb staðfest
06.02.2026
Ein tilburður av skrubb er staðfestur í miðdeildini.
Tá skrubb er staðfest, er neyðugt við viðgerð. Eisini er neyðugt, at øll, sum tann smittaði persónurin hevur verið í tøttum sambandi við, verða viðgjørd. Samstundis er neyðugt at gera væl og virðiliga reint heima við hús. Sí faldara frá Gigni við kunning um skrubb.
Um barnið hjá tykkum hevur fingið skrubb, er neyðugt at tit fylgja leiðreglunum í faldaranum og boða frá í skúlanum.