Felagsforeldrafundur 25. februar 2026

10.02.2026

Skúlastýrið í Skúlanum í Eysturkommunu bjóðar til felags foreldrafund í Víkingahúsinum í Leirvík (LÍF-húsinum) mikukvøldið 25. februar 2026 kl. 19:00.

Skúlastýrið leggur fram ársfrágreiðing fyri skúlaárið 2024/2025.

Eysturkommuna leggur fram um byggingina av Leirvíkar skúla og útiøkinum.

Fyrilestur við Jóhonnu Andreasen

Í áhugaverdum og spennandi fyrilestri fer Jóhanna Andreasen at tosa um, hvussu vit sum foreldur kunnu styrkja mótstøðuførið hjá okkara børnum og ungu.

Hvussu kunnu skúlin og vit sum foreldur menna vakstrarlyndið hjá okkara børnum og ungu og soleiðis brynja tey til lívið.

Aftaná verður kaffi og tíð til spurningar og prát.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b