Fastalávintshald 3. - 7. fl.

16.02.2026

Næmingarnir møttu grýluklæddir, og dagurin byrjaði við morgunsangi, síðani var ein hugnalig sangløta. Eftir sangløtuna fóru børnini spent og væl hýrd at sláa tunnu, og tá kattakongarnir vóru funnir, varð farið upp á gólv. Spenningur var allatíð, tí ársinsgrýla skuldi eisini veljast.Trupult var at velja ársins grýlu, tí tað vóru fleiri, ið høvdu gjørt nógv burtur úr at klæða seg til dagin, men eftir at fleiri vórðu nominerað, gjørdist endaligi vinnarin Hanna Olsen Dalheim í 5.b. Ein frálíkur dagur og her eru nakrar myndir

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b