Hjálp til Kambodja

13.03.2026

Í samband við at Tórhild, sum er lærari í Skúlanum í Eysturkommunu, saman við familjuni, fer til Asia í næstum, fara tey at vitja ein skúla í Kambodja, sum ein 2. flokkur í Eysturkommunu, saman við foreldrunum og lærarunum, Anniku og Tórhild, samlaðu pening inn til fyri skjótt 13 árum síðani. Umleið 200 næmingar hava gingið í skúlanum, og har er stórur tørvur bæði á skúlabókum, mati og øðrum.

Í dag hava næmingar í 3.a selt toast og sunkist, og peningurin, sum kom inn, fer óskerdur til skúlan í Kambodja. Tá Tórhild og tey koma heim aftur, fara tey at vísa okkum myndir frá ferðini.

 Myndir frá degnum í dag

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b