Stuðulstiltakið til frama fyri Leirvíkar Friendship School eydnaðist sera væl
19.03.2026
Mikudagin var eitt hugnaligt og gevandi stuðulstiltak til frama fyri Leirvíkar Friendship School í Kambodja í miðhøllini í Skúlanum í Leirvík. Næmingarnir í 2. flokki gjørdu toast, pakkaðu tey inn og seldu tey í miðhøllini.
Sølan gekk sera væl, og allur peningurin fer óskerdur til hjálpararbeiðið á skúlanum í Kambodja. Hetta er partur av stuðlinum, nú Tórhild við familju fer hagar um stutta tíð.
Vit takka næmingum, foreldrum, starvsfólkum og øllum, sum stuðlaðu — saman gera vit mun.