Stuðulstiltak fyri Leirvíkar vinarskúla í Kambodja
21.03.2026
Stuðulstiltak til frama fyri Leirvíkar vinarskúla í Kambodja verður í bygdarhúsinum í Leirvík í kvøld, leygarkvøldið 21. mars kl 20.00.
Kostnaður 100 kr, børn 12 ár og yngri sleppa ókeypis.
Skráin: Hesi framføra
- Børn syngja
- Jón Eliasen
- Bárður á Lakjuni
- Suni Justinussen v/familju vísa myndir og greiða frá túri í Kambodja
- Bass Elvis
- Hanna Jensen
- Eystanljóð
- drekkamuður og kaka kostar 50,-
Øll eru vælkomin.