Ferðast tryggari í skúla

Byrjanardeild 24.10.2018

Kunningarskriv til foreldur/avvarðandi at børnum, sum ganga í skúla í Leirvík

Skúlin í Leirvík hevur fleiri tilkoyringar, men tær eru ikki allar eins tryggar.

Áheitan á tykkum um at brúka vegin við Giljagarð, tá ið tit koma í skúla við børnum tykkara í bili.

Vit halda, at tryggasti vegurin at brúka, bæði fyri tykkum og hini, er vegurin inn til Giljagarð. Um tit, tá ið tit koma, koyra inn til Giljagarð og seta bilin í niðaru síðu, so kunnu tit seta barn tykkara av, uttan at barnið kemur í nakra ferðslu, og uttan at tit eru til ampa fyri ferðsluna annars. So hetta mæla vit tykkum til at gera, bæði tá ið tit koma við børnum tykkara, og tá ið tit koma eftir børnum tykkara. Ein góð gøta er frá Giljagarði og oman til skúlan, og børnini koma til høvðusdyrnar hjá skúlanum, tað dámar okkum best.

At koma við børnunum til innkoyringina frá á Bakka er ikki trygt, tí sum oftast skulu tit bakka, áðrenn tit sleppa av stað aftur. Her kann lætt koma proppur í.

At brúka innkoyringina frá Garðsvegi er heldur ikki so trygt, tí hon er ætlað bussunum, og tit kunnu skjótt koma til at forða bussunum, um tit brúka ta innkoyringina.

At koma við børnunum til inngongdina við svimjihylin dámar okkum ikki so væl, tí tá koma børnini inn gjøgnum bakdyrnar. Okkum dámar best, at børnini koma inn gjøgnum høvuðsdyrnar.

 

Vinarliga

Skúlin

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b