Tað, Guð mín vil, tað komi á - 39
39
Tað, Guð mín vil, tað komi á,
hans vilji er hin besti.
Hann styrk og hjálp vil øllum fá,
ið álit á hann festu,
hann frelsir tey í hvørji neyð,
ið á hans náði trúgva;
tí barnakor
teim gav hans orð,
og hjá teim vil hann búgva.
2. Á Guð eg altíð troysta vil,
hann er mín lívd og gleði,
alt tað, hann ætlar, beri til,
tí hann ger barn sítt fegið;
hans kongavald man verja alt.
Hann er hin fasti klettur,
tann fjallaborg,
ið týnir sorg,
hans orðið aldri grettur.
3. Tí fari fegin eg úr verð,
tá Guð mín vil meg kalla,
hans orð mær lovar, at mín ferð
mær væl í lag skal falla,
tí sonur hans til deyðalands
fór mína skuld at rinda,
og enn hans hond
man loysa bond,
sum meg í syndum binda.
4. Lov, tøkk og heiður skulu tær,
miskunnar faðir, vera,
ið son tín gav at bjarga mær
og syndir mínar bera;
mín styrki er bert tú í verð,
tá hon fer burt sum skuggi,
tó veri mær,
sum best tú sær,
tað er mín troyst og uggi.
Albrecht av Brandenburg 1556. G. Bruun.
Lag: Sl. 311.
Tað, Guð mín vil, tað komi á,
hans vilji er hin besti.
Hann styrk og hjálp vil øllum fá,
ið álit á hann festu,
hann frelsir tey í hvørji neyð,
ið á hans náði trúgva;
tí barnakor
teim gav hans orð,
og hjá teim vil hann búgva.
2. Á Guð eg altíð troysta vil,
hann er mín lívd og gleði,
alt tað, hann ætlar, beri til,
tí hann ger barn sítt fegið;
hans kongavald man verja alt.
Hann er hin fasti klettur,
tann fjallaborg,
ið týnir sorg,
hans orðið aldri grettur.
3. Tí fari fegin eg úr verð,
tá Guð mín vil meg kalla,
hans orð mær lovar, at mín ferð
mær væl í lag skal falla,
tí sonur hans til deyðalands
fór mína skuld at rinda,
og enn hans hond
man loysa bond,
sum meg í syndum binda.
4. Lov, tøkk og heiður skulu tær,
miskunnar faðir, vera,
ið son tín gav at bjarga mær
og syndir mínar bera;
mín styrki er bert tú í verð,
tá hon fer burt sum skuggi,
tó veri mær,
sum best tú sær,
tað er mín troyst og uggi.
Albrecht av Brandenburg 1556. G. Bruun.
Lag: Sl. 311.