Á Harran vil eg líta - 47
47
Á Harran vil eg líta,
hvar leið mín fer um lond.
Ei nakað skal meg slíta
út úr hans mildu hond;
ið hvørt so eydnan vendir,
ið hvat meg freista man,
eg veit tað, Guð mær sendir,
meg einans troysta kann.
2. Á Harran vil eg líta,
tá lívið gerst mær blítt,
hans góðu gávur nýta
at flyta gleði vítt,
og Guði tøkk fram bera;
tann tøkk, hann hava vil,
er veikum væl at gera
við kærleika hartil.
3. Á Harran vil eg líta,
um sorgir volda mein,
Guð vil ei troyst mær sýta,
er trúgvin sterk og rein,
ta sjúku sál hon lekir,
ber frið í barmin inn,
til betri lív hon vekir
mítt veika vinglisinn.
4. Á Harran vil eg líta,
um armóð treingja vil,
hvat Guð mær út man býta,
so væl kann røkka til.
Ei vil eg veldi tráa,
tað gleðir meg ov smátt,
mín troyst er fram at fáa
alt fagurt, rætt og gott.
5. Á Harran vil eg líta
á míni síðstu stund,
í halgibúna hvíta
eg fari á tann fund,
har sælir andar glaðir
lovprísa Jesu navn,
har mín algóði faðir
meg taka vil í favn.
Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 210.
Á Harran vil eg líta,
hvar leið mín fer um lond.
Ei nakað skal meg slíta
út úr hans mildu hond;
ið hvørt so eydnan vendir,
ið hvat meg freista man,
eg veit tað, Guð mær sendir,
meg einans troysta kann.
2. Á Harran vil eg líta,
tá lívið gerst mær blítt,
hans góðu gávur nýta
at flyta gleði vítt,
og Guði tøkk fram bera;
tann tøkk, hann hava vil,
er veikum væl at gera
við kærleika hartil.
3. Á Harran vil eg líta,
um sorgir volda mein,
Guð vil ei troyst mær sýta,
er trúgvin sterk og rein,
ta sjúku sál hon lekir,
ber frið í barmin inn,
til betri lív hon vekir
mítt veika vinglisinn.
4. Á Harran vil eg líta,
um armóð treingja vil,
hvat Guð mær út man býta,
so væl kann røkka til.
Ei vil eg veldi tráa,
tað gleðir meg ov smátt,
mín troyst er fram at fáa
alt fagurt, rætt og gott.
5. Á Harran vil eg líta
á míni síðstu stund,
í halgibúna hvíta
eg fari á tann fund,
har sælir andar glaðir
lovprísa Jesu navn,
har mín algóði faðir
meg taka vil í favn.
Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 210.