Hvør kennir Harrans vísdóms ráð - 59

59
Hvør kennir Harrans vísdóms ráð
og Harrans megnargerðir?
Og hvør kann doyva manna trá
og tryggja foldarferðir?
Hvat eri eg ímóti tær,
tú, Harri yvir øllum?
Eitt evurslítið lasafar
tú sært úr himnahøllum.

2. Í dag so fermur eri eg
í lívsins harða stríði,
í morgin nívir sorgin meg,
so eg til jarðar nígi,
og alt, sum heimurin mær gav,
sum gliturbløð tað royndist
í andróðri um lívsins hav,
har sorgin ikki loyndist.

3. Tí vil eg seta álit mítt
til tín, mín Guð, aleina
og sonin tín, ið hevur strítt,
so vilt tú vegin beina;
í trúgv eg hvíla vil hjá tær,
eg kann ei annað gera.
Um Guð á foldum er við mær,
hvør kann ímóti vera?

Róm 8,31. Johan Chr. Nielsen.
Lag: sum Sl. 274.
Aftur