Jesus, kom og ver hjá mær - 69

69
Jesus, kom og ver hjá mær,
aldri lat meg sleppa tær,
tak í mínum hjarta búgv,
gev mær vón og gev mær trúgv.

2. Allur hugur er til tín,
eina tú ert gleði mín;
ongan kennir sinnið frið
uttan tann, tú kemur við.

3. Verøld eigur einki ráð,
ið kann stilla hjartans trá;
men um tú mær verður nær,
hjartað alla sælu fær.

Johan Scheffler 1657. J. Dahl 1914.
Lag: sum Sl. 180.
Aftur