Av himni kom ein einglaherur - 102

102
Av himni kom ein einglaherur,
sum hirðunum varð opinberur;
hann segði: Tit á krubbustrá
so vænt eitt barn nú skulu sjá.

2. Í Betlehem, í Dávids stað,
sum fyrr profetur Mika kvað,
tað Harrin Jesus Kristus er,
hann tykkum frelsu við sær ber.

3. Tit gleðast skulu allir nú,
tí Guð hjá monnum festi bú,
sum tit hann hold og blóð nú ber,
hann bróðir tykkara er her.

4. Hvat sakar tykkum synd og deyð',
nú Guð er við í hvørji neyð?
Lat helviti alt herja á,
Guðs sonur stendur tykkum hjá!

5. Hann tykkum aldri víkur frá,
um hann tit altíð líta á;
hann tykkum sigur veita kann,
hann ongan hevur yvirmann.

6. Lat koma, hvat sum koma má!
Guðs fólk til síðst skal sigur fá.
So takkið Guði av hjartans grund
í toli og treysti hvørja stund!

Martin Luther 1543. J. Dahl 1931.
Lag: Sl. 13.
Aftur