Jól hava einglaljóð - 105
105
Jól hava einglaljóð,
øll so fró
á mikla hátíðsdegi
við gleði
vit honum prís nú syngja,
ið føddur varð í dag.
Nú jólaklokkur ringja,
gerst barnalundin glað;
djúpt sálarstreingir ljóða
í tøkk til Drottin góða;
Guðs einglar syngja við
himnaboð um frið.
2. Heilagu jólanátt
loft var blátt,
tá tók á himnaboga
at loga
ein stjørna bjørt, sum eingin
fyrr makan hevði sæð,
tað hoyrdist sús av veingjum,
eitt fagurt einglalag;
og hirðar undrast sára,
ein lýsti glæman klára
um einglarnar, ið tá,
sungu teimum hjá.
3. Farið úr barmi út,
sótt og sút!
Hitt myrka vald er svunnið,
nú runnið
er bjarta lívsins ljósið,
tí frø teg, sál, ver glað!
Í Betlehem, í fjósi,
ein frelsari í dag
er føddur tær at grøða
tey syndasár, ið bløða.
So einglaliðið kvað
við halleluja.
4. Signaða stjørnusól,
enn um jól
tú bjart kanst okkum lýsa
og vísa
á veg, so fram vit vinna
sum hinir vísmenn, tá
teir vildu barnið finna,
lat okkum Drottin sjá!
Tá himnaleið er funnin
og lívsins krúna vunnin.
Leið oss við lov og prís
inn í paradís!
J. Nolsøe.
Lag: Sl. 185.
Jól hava einglaljóð,
øll so fró
á mikla hátíðsdegi
við gleði
vit honum prís nú syngja,
ið føddur varð í dag.
Nú jólaklokkur ringja,
gerst barnalundin glað;
djúpt sálarstreingir ljóða
í tøkk til Drottin góða;
Guðs einglar syngja við
himnaboð um frið.
2. Heilagu jólanátt
loft var blátt,
tá tók á himnaboga
at loga
ein stjørna bjørt, sum eingin
fyrr makan hevði sæð,
tað hoyrdist sús av veingjum,
eitt fagurt einglalag;
og hirðar undrast sára,
ein lýsti glæman klára
um einglarnar, ið tá,
sungu teimum hjá.
3. Farið úr barmi út,
sótt og sút!
Hitt myrka vald er svunnið,
nú runnið
er bjarta lívsins ljósið,
tí frø teg, sál, ver glað!
Í Betlehem, í fjósi,
ein frelsari í dag
er føddur tær at grøða
tey syndasár, ið bløða.
So einglaliðið kvað
við halleluja.
4. Signaða stjørnusól,
enn um jól
tú bjart kanst okkum lýsa
og vísa
á veg, so fram vit vinna
sum hinir vísmenn, tá
teir vildu barnið finna,
lat okkum Drottin sjá!
Tá himnaleið er funnin
og lívsins krúna vunnin.
Leið oss við lov og prís
inn í paradís!
J. Nolsøe.
Lag: Sl. 185.