O, sigursæla náttarstund í forðum - 117

117
O, sigursæla náttarstund í forðum,
tá einkarsonur Guðs í heim varð borin!
Vær tøkkum tær, o, Guð, á himni høga,
tú son tín sendi syndasár at grøða.

2. Á himnahválvi stjørnusól sást roða,
og einglar hoyrdust seyðamonnum boða:
Í Dávids stað í einum lítlum fjósi
er fyri tykkum tendrað lívsins ljósið.

3. Í dag um allan heimin ljósið skyggir
og brú frá jørð at himnaborgum byggir;
ja, sama magn er enn í hesum ljósi,
sum tendrað varð á nátt í lítlum fjósi.

4. Tí aldar gjøgnum rúmið kenda ljóðið
av túsund kirkjuklokkum, Jesus góði!
Ja, heimur allur kvøður sigurskvæði,
tí ljósið vann á myrkrinum alt ræðið.

Steingrím Niclasen.
Lag: Sl. 269.
Aftur