Mítt hjarta tilhald hevur - 120

120
Mítt hjarta tilhald hevur,
har Jesus føddur var.
Mín hugur hagar dregur,
sítt mið hann hevur har.
Har býr mín longsul inni,
har fær mín trúgv alt gott.
Tú fert mær ei úr minni,
tú fagra jólanátt.

2. Men sum tað ljóðar løgið
og ilt at hugsa sær,
at heimsins kongur høgi
í fjósi borin var.
At himins dýrd og heiður,
Guðs orðið, ið varð hold,
so lítla virðing eigur
á hesi neyðar fold.

3. Væl leitað verður eftir
tí perlu, burt er mist;
gimsteinur verður settur
í gyltu krúnu vist.
Ta búnu frukt teir grýta
ei út sum burturkast,
skal eg at Guði líta,
har bara armóð sæst?

4. Hví mundi høllin vera
ei prýdd og skrýdd tann dag?
So væl tað læt seg gera,
gavst tú bert boð um tað.
Hví vart tú ei tann drongur,
í ljósi sveipti seg?
Á leistum leyp hvør kongur
tá at tilbiðja teg.

5. Hví varð ei himin tandur
út fyri tær sum tjald,
hvør stjørna kynd sum brandur,
tú himinhetja bald?
Hví var ei opinberur
og krubbu tíni hjá
tann mikli einglaherur
til vernd og verju tá?

6. Nei, Jesus hann má liggja
nú hesi góðu jól,
har biddarin má tiggja
sær vetrarvist og skjól.
Í hoyggj hjá øðrum mátti
hann verða lagdur tá,
hann sjálvur ikki átti
so mikið sum eitt strá.

7. Ein spurvur eigur reiður,
tað bæði trygt og gott.
Og svalan tilhald eigur,
har hon kann liggja nátt.
Eitt ljón man bøli eiga,
tá tað til hvíldar fer.
Skal Guði ból eg reiða
í fjósi, fremmant er?

8. Nei, hjarta, sál og sinni
skal nú upp latast tær.
Her skalt tú búgva inni,
kom, Jesus, gist hjá mær.
Tað er ei fremmant býli,
so dýrt tað keypti tú.
Nú tryggur her tú hvíli
í kærleika og trú.

Brorson 1732.
Axel Tórgarð 1960.
Lag: Sl. 230.
Aftur