Eg sum eitt barn meg gleða vil - 128

128
Eg sum eitt barn meg gleða vil
og jólasálmar syngja,
ei sorg í dag á fold er til,
sum mína sál kann tyngja;
í dag hvør fátæk sál er rík
og foldin paradísi lík,
Guðs einglar til mín kvøða:
Ein frelsari tær føddur er
í dag; ei sorg men gleði ber,
hann hjarta títt vil grøða.

2. Ei synd, ei deyð her foldum á,
meg ræða kunnu longur,
eg náðardyr man opnar sjá,
har ljóðar einglasongur.
Ein kongur føddur er í dag,
tað lítla barn á móðurknæ
alheimsins neyð burt bendir;
ja, føgur er hans borg og stór,
og honum trúfesti eg svór -
meg verma hansar hendur.

3. O, hevja teg, mín sál, og flúgv
við einglum í hans ríki!
Við kærleika, við vón og trúgv
hans hond meg ei skal svíkja.
Í spjørrum har í krubbu svav
tað barn, ið storm kann berja av
og slætta heimsins bylgju;
ei loft og eldur, vatn og jørð,
ei myrkurs herlið eru før
at týna hansar fylgi.

4. Ja, komið við, øll stór og smá,
lat fjósið øllum hýsa,
lat okkum savnast, har hann lá,
og honum fegin prísa!
So bjart eitt ljós Guð skína læt,
sí, rík og fátæk fylgjast at;
hoyr himins einglar kvøða:
Ein kongur føddur er í dag,
øll sorg er deyð; tí syngið glað:
Guðs sonur læt seg føða.

Ingemann 1845.
Alexandur Kristiansen.
Lag: Sl. 49.
Aftur