O, Harri, dagur hvørvur brátt - 142

142
O, Harri, dagur hvørvur brátt,
ver tú hjá okkum dag og nátt,
títt halga ljós lat skína reint
á morgni tíðliga, á kvøldi seint.

2. Vár tíð nú sýnist ónd og myrk,
tú vára trúgv tí nør og styrk,
so at vit hóma ljósið bjart
og finna gjøgnum myrkur svart.

3. Tá dirvi trýtur, tíð gerst vánd,
tak róður, Harri, tú í hond,
stýr kirkjuskipinum í havn,
so prísast má títt halga navn.

4. Hin ónda rót tá týnist burt,
hon kann ei køva lívsins urt,
ta urt, sum grøðir sálarsótt,
so gleðisongur ljómar hátt.

5. Tí fals og svik tey følna har,
sum sannleiksljósið valdið fær,
tey tagna, og tey trívast ei,
har Harrans orð berst fram á leið.

6. Legg signing, Harri, í títt sáð
og lat tað góðan gróður fá,
so at tín kirkjuakur má
á evsta degi búgvin stá.

N. Selnecker 1578. Símun av Skarði.
Lag: Sl. 261.
Aftur