«Kvinna! O, tín trúgv er sterk - 148

148
«Kvinna! O, tín trúgv er sterk,
verði, sum tú vildi!»
Hetta orð sum undurverk
er úr lívsins keldu.

2. Hetta Harrans orð so gott -
sagt við heidna kvinnu -
meðan klokkur ljóða hátt,
gongur ei úr minni.

3. Hetta enn er Harrans orð
til hvørt mannahjarta,
tá hann sær, tess trúgv er stór
til hans andlit bjarta.

4. Tað - sum kvinnan - líkna má
seg við hundar smáu,
bara tað kann molar fá
av Guðs ríku gávu.

5. Molar av tí lívsins breyð',
dýru himnaføði,
tað er bjarging út úr neyð,
sáð til himnagrøði.

6. Syng tá, hjarta hvørt, sum trýr
á Guðs sonar mildi!
Troystin í tí orði býr:
Verði, sum tú vildi!

7. Verður eins og hjartað vil,
leikar lívið fegið;
deyði, sorg ei eru til,
tá er lív og gleði.

8. Lítum til vár' frelsarmann,
hann veit, hvat ið bagir;
lív og gleði lovar hann
alt hjá sínum faðir.

9. Sjálvur er hann lívsins breyð,
veitir okkum megi,
leiðir oss úr syndaneyð
inn til Harrans gleði.

Grundtvig 1853. Símun av Skarði.
Lag: Sl. 199.
Aftur