Fyrst boðar Guð sítt sæla náðarorðið - 155
155
Fyrst boðar Guð sítt sæla náðarorðið;
so býður hann sítt ríka kærleiksborðið
og sendir onkason sín, hann, sum kallar
til sínar kvøldmáltíðir allar, allar.
2. Seg fyrsti og so annar undan biðja,
og samaleiðis fer tað við tí triðja,
og tað er kunngjørt himna harra ríkum,
at heimsins børn ei fylgja boðum slíkum.
3. Tá spyr hann, um teir veiku ikki vilja,
um vanførir og blindir ikki skilja;
so býður hann teim ørmu, teim í neyðum,
og hjálparleysum, særdum, sjúkum, deyðum.
4. Hvat orð er sterkast? Orðið hans, ið kallar.
Hygg deyðir ganga livnaðir til hallar
í hópatali - herar ikki smáir.
Tó sigur Guð: «Teir eru enn ov fáir!»
5. Hann býður aftur: «Farið, kallið, biðið
og bjóðið, leitið, noyðið, leiðið, styðið;
mítt kærleiks djúp vil fylla heimsins hallir,
í húsi mínum rúmast allir, allir!»
6. Fyrst kallar Guð, og um tú tað ei fatar,
tá biður Guð, men um so hvørki batar,
tá noyðir Guð, og tað er síðsta orðið,
og vilt tú nokta, ræðst tá sálarmorðið!
7. O, Harri, tú, sum kallar, býður, beiðir,
eg blindur eri, men meg Jesus leiðir
frá synd og hóttum gjøgnum deyðadalin
til dýrdir tínar, heim í gleðisalin.
Luk 14,15-24.
Matthias Jochumsson. Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 150.