Níggju og níti lógu so trygt - 156

156
Níggju og níti lógu so trygt
á haga við grasgóð ból;
bert eitt varð burtur úr fylgi stygt
í oyðimørk, uttan skjól,
har viltist tað, har leið tað hungur og hall,
meðan heima so væl í lag alt fall.

2. «Eru níggju og níti tær ikki nokk?
Tey eru tær, Harra, hjá.»
Men hirðin svaraði: «Í mín flokk
ein vantar smalan, eg vil fá,
og tí eg nú fari til fjals avstað
at leita upp mítt hitt mista fæ.»

3. Men eingin av teimum bjargaðu veit,
hvør torfør var henda ferð,
ei heldur, hvat hirðin leið og sleit
í síni frelsaragerð.
Hann leitaði dag, hann leitaði nátt,
í djúpum gjáum, í homrum hátt.

4. O, hyggið, har gjøgnum alt skursl og grót,
har liggur ein blóðig slóð;
tí steinar skóru hans hond og fót,
so blóðsporið eftir hann stóð!
Við úlvin so grimliga bardist hann,
so at hjartablóð hans tað rann.

5. Men tá hann fegin við lambið stóð
og tað í føvningin tók,
tá kendist so undurfagurt ljóð
frá himni til fjallarók,
Guðs einglar teir kvóðu til harpuslátt
ein gleðilovsong á himni hátt.

Luk 15,4-7.
Elisabeth Clephane. J. Dahl 1934.
Lag: Sl. 237.
Aftur