Millum tey lágu tú helt teg - 176

176
Millum tey lágu tú helt teg,
mín kongur hin sæli,
verðsligar dýrdir tú baðst ei, tó tær stóð í vali
veldi og makt,
heimin at undir teg lagt,
vist tína valdi í dali.

2. Søkti tú pláss títt hjá syndarum,
aðrir vanvirdu,
syndarum náði í sáraðum barmi tú hirdi,
sorg, eymd og sút
rakst tú av hjartanum út,
blíði og frið inni byrgdi.

3. Høvdingar miklir og heitstórir
tóktust at vera
góðir for Guði, ei annað enn rætt altíð gera,
sømdi seg ei
hjá teim at koma um leið,
har neyðin tung var at bera.

4. Honum, mín loysnari, vildi tú
alla bót ráða,
sum toldi neyðina tunga og alsáran váða;
onga hjálp hann,
sum helt seg syndfrían mann,
kundi av tær, Harri, fáa.

5. Leggur tú kross tín so tungt,
at mær tyngist í sinni,
tykist mær ovboðið alt, og sum einki eg vinni,
tungari veg
gekst tú og vann fyri meg,
sigurs tíns uggan eg finni.

6. Vil eg tí biðja teg, Harri,
tú hjá mær vilt standa,
hvat mær so kemur av sorg ella armóð til handa,
hjálpa tú kann,
deyðan á foldum tú vann,
vinnur tí allan mín vanda.

7. Um mær so tykjast tær vónir
so blíðar at bresta,
eitt sinn eg síggja tó skal, at alt var til mítt besta,
tín vilji ske,
hollast er tað fyri meg,
hollast er á teg at treysta.

Jóannes Patursson.
Lag: sum Sl. 122.
Aftur