Eg síggi teg, Guðs lambið, har - 177
177
Eg síggi teg, Guðs lambið, har
á Sions fjallagrein.
Men, o, tann leið, teg hagar bar,
tær voldi harm og mein.
O, byrðin, sum teg løgd varð á
- øll heimsins synd og trá.
So søkk tú í ta neyð, oss neit,
so djúpt, sum eingin veit.
2. Sakleysa lamb, tú ofrað vart,
so neyðarsligt at sjá,
at vinna tað, ið tær var kært,
og leyst úr leinkjum fá.
Tú kvetti øll vár fongsulsbond
við nagla gjøgnum hond;
tú steig við sigri út úr grøv,
tú oyddi deyðans krøv.
3. Nú tyrpist fjøldin um tín stól
í hvítum klæðum har.
Hvørt eyga skínur sum ein sól,
tí tað Guðs lambið sær.
Hitt orð um lambsins tunga stríð,
sum gjørdi okkum frí,
tað syngja einglar enn í dag
við sama treysta lag.
4. Mong túsund hava sær í favn'
øll hørpu stillað rætt,
um ennið lambsins faðirs navn
ger kenda teirra ætt.
Tað er sum fossa dun og ljóð,
tá ið tey syngja fró:
«Guðs lamb vann okkum páradís,
vit syngja lov og prís!»
5. Takk, Faðir, at tú góður vart
við Ádams falna fon,
til vára frelsu offur bart
tú tín einborna son!
Tær prísar nú hvørt tungublað
og hvørt eitt hjartaslag:
Guðs lamb, nú fyri stríð títt hart
um ævi tøkk tú fært!
Opb 14,1-3. Brorson 1765.
Johs. Mortensen 1986.
Lag: Sl. 46 a og b.
Eg síggi teg, Guðs lambið, har
á Sions fjallagrein.
Men, o, tann leið, teg hagar bar,
tær voldi harm og mein.
O, byrðin, sum teg løgd varð á
- øll heimsins synd og trá.
So søkk tú í ta neyð, oss neit,
so djúpt, sum eingin veit.
2. Sakleysa lamb, tú ofrað vart,
so neyðarsligt at sjá,
at vinna tað, ið tær var kært,
og leyst úr leinkjum fá.
Tú kvetti øll vár fongsulsbond
við nagla gjøgnum hond;
tú steig við sigri út úr grøv,
tú oyddi deyðans krøv.
3. Nú tyrpist fjøldin um tín stól
í hvítum klæðum har.
Hvørt eyga skínur sum ein sól,
tí tað Guðs lambið sær.
Hitt orð um lambsins tunga stríð,
sum gjørdi okkum frí,
tað syngja einglar enn í dag
við sama treysta lag.
4. Mong túsund hava sær í favn'
øll hørpu stillað rætt,
um ennið lambsins faðirs navn
ger kenda teirra ætt.
Tað er sum fossa dun og ljóð,
tá ið tey syngja fró:
«Guðs lamb vann okkum páradís,
vit syngja lov og prís!»
5. Takk, Faðir, at tú góður vart
við Ádams falna fon,
til vára frelsu offur bart
tú tín einborna son!
Tær prísar nú hvørt tungublað
og hvørt eitt hjartaslag:
Guðs lamb, nú fyri stríð títt hart
um ævi tøkk tú fært!
Opb 14,1-3. Brorson 1765.
Johs. Mortensen 1986.
Lag: Sl. 46 a og b.