Til kross og grøv mín Jesus fer - 181

181
Til kross og grøv mín Jesus fer,
í morgin teir hann døma,
Guðs vilja hann so lýðin ger,
hin beiska drykk vil tøma,
so tolin hann seg taka læt,
í hjarta hans er einki hat,
men kærleiki til síni.

2. Hann breyðið breyt og so tað beyð
til sínar lærusveinar;
hann sjálvur er tað lívsins breyð,
sum fólk sítt saman einar.
«Tit takið við og etið her!
Mítt halga likam hetta er,
sum tykkum verður givið.»

3. So vín hann tók og teimum gav,
vár Jesus, vinur góði:
«Tit drekkið allir hesum av!
Í mínum halga blóði
hin nýggi sáttmáli tað er,
sum syndafyrigeving ber
teim, sum á meg her minnast.»

4. Mong hundrað ár burt runnu so,
enn kirkjuklokkur ljóða,
enn minnast vit á Harrans boð.
Hans kvøldmáltíð hin góða
enn okkum troyst og styrki ber;
hans andi enn hjá okkum er,
til ævigt lív oss leiðir.

M.N. Schmidth 1839. Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 51.
Aftur