Mín Jesus havi eg hjá mær - 183

183
Mín Jesus havi eg hjá mær
í breyði og í víni.
Mín hond av tí kann fáa sær,
tað síggja eygu míni.
Mín Jesus er mær nú so nær,
at hjarta mítt sum gest hann fær,
vælkomin skal hann vera.
Og vil mítt vit ei trúgva tí,
tað leggi eg so lítið í,
tað einki skal mær gera.

2. Um á Guðs veg og loyndu leið
eg lítið skil kann fáa,
so kortini eg ivist ei,
men lati Harran ráða.
Tí rúm hvør gestur fáa skal
í húsi Guðs og sita væl,
meg Jesus at sær tekur.
Og var eg ei á røttum veg,
ein neyðar syndara sum meg,
hann ei frá borði rekur.

3. Guðs krossur kraft til frelsu ber,
hvar leiðirnar so liggja,
ja, øllum undir himni er,
sum lond og ríki byggja.
Til Guðs at fara er nú frítt,
Guðs sonar dýri droyri blítt
tær dyr upp latið hevur.
Tak tú í trúnni við tí væl,
í oyrum tínum ljóða skal:
Tær Jesus fyrigevur.

Petter Dass.
Axel Tórgarð 1980.
Lag: Sl. 226.
Aftur