Mannamúgva mikil gongur - 189

189
Mannamúgva mikil gongur
gøtu út til Golgata,
skoða fangan, ið har hongur
negldur høgt á krossað træ,
soymdur gjøgnum hond og fót,
pínslaður at hjartarót,
tindakrúna ennið rívur,
blóðið strítt úr benjum drívur.

2. Man hann tá so vándur vera,
meðan teir hann lemja so?
Kærleiks boð hans varrar bera,
glitrar blítt í eygum log,
hoyrist gjøgnum háð og spott
mál hans líka milt og gott:
«Faðir, tú mást yvir bera,
ei teir vita, hvat teir gera.»

3. Sorgarfull er eyma móðir,
renna tár á bleika kinn.
Ei er einkarvinur fróur,
stúra má sjálvt treysta sinn.
Hann, ið líður pínu mest,
veitir hinum troyst sum best:
«Kvinna, har er sonur góður;
Jóhannes, hon er tín móðir.»

4. Rørast má sjálvt ránsmans sinni,
iðrast hann um ódáð sín':
«Harri, hav tú meg í minni,
tá tú kemur heim til tín.»
Og hann fær so blítt eitt svar:
«Eg av sonnum sigi tær,
heim til paradís við gleði
fylgjast vit á hesum degi.»

5. Sortna, sortna, sólin bjarta!
Fjal títt andlit, vánda verð!
Blotna, blotna, hvørt eitt hjarta!
Bráðna burt úr barmi gler!
Hann Guðs egin sonur er,
aldri royndist ill hans gerð,
hjálp og troyst hann flutti víða,
má tó harða deyðan líða.

6. Sára má seg góður gremja:
«Guð, hví fórt tú nú frá mær?»
Frelsu vára til at fremja
hann síns faðirs vreiði bar.
Strangur tosti á hann gekk,
eiturbeiskt hann drekka fekk.
Trongd og neyð og pínur svárar
leið hann fyri syndir várar.

7. «Tað er fullgjørt!» orð hans ljóðar,
sigursorð í sorgartíð!
Lív og sælu hann oss bjóðar,
besta troyst har goymd er í;
Jesus fagran sigur vann,
áðrenn lívið burtur rann,
rópar hart hann: «Tær til handa,
faðir, gevi eg mín anda.»

8. Droypti hann so høvur blíða,
dró sín síðsta andadrátt.
Skalv í grundum verðin víða,
skrædnar tjald frá halgu gátt.
Sprotnar grøv, og brotnar grót;
stíga farin fólk á fót.
Deyðin kann teim ikki halda;
lívið vísir, tað man valda.

9. Jesus við sín harða deyða,
lívið vann til okkum øll,
sáligt lív, tí blóðið reyða,
tváar okkum hvít sum mjøll,
tváar okkum rein og góð,
syngja vit enn sorgarljóð;
sjálvt á hesum tunga degi
sorgin leiðir fram til gleði.

Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 307.
Aftur