Sonur Guðs í deyðan fer - 191
191
Sonur Guðs í deyðan fer,
synd og banning má hann verða.
Alla heimsins synd hann ber,
vil sum offur seg frambera.
Tað er Kristi kærleiksgerð
fyri alla mannaverð.
Lív sítt fyri heimin gevur
hann, sum vald á øllum hevur.
2. Liggur leið til kross og grøv,
gjøgnum líðing vil hann fara.
Ljóðar tí um lond og høv
boð um krossin, vónin kæra.
Hann vil veita okkum frið,
setir seg við vára lið.
Lív sítt fyri heimin gevur
hann, sum vald á øllum hevur.
3. Syndadóm hann tók á seg,
eina hann tað kundi gera,
setti dýrt sítt lív í veð
hann, sum uttan synd man vera.
Kærleikin er uttan mál,
frelsir hvørja dømda sál.
Lív sítt fyri heimin gevur,
hann, sum vald á øllum hevur.
4. Páskamorgun upp hann stóð,
mátt og megi mundi vísa.
Boð tað eru okkum góð,
Guð vil okkum øllum hýsa.
Fyri Jesu kærleiksgerð
syndin fyrigivin er.
Lív sítt fyri heimin gevur
hann, sum vald á øllum hevur.
5. Ljóði boð um heimin góð:
Kristus er av grøv uppstaðin!
Syngið Guði takkarljóð
fyri stórverk páskadagin.
Náðin nýggj er hvønn ein dag,
tí fær Guð várt takkarlag.
Lív sítt fyri heimin gevur
hann, sum vald um heimin hevur.
David Johannesen 1980.
Lag: Sl. 292 a og b.
Sonur Guðs í deyðan fer,
synd og banning má hann verða.
Alla heimsins synd hann ber,
vil sum offur seg frambera.
Tað er Kristi kærleiksgerð
fyri alla mannaverð.
Lív sítt fyri heimin gevur
hann, sum vald á øllum hevur.
2. Liggur leið til kross og grøv,
gjøgnum líðing vil hann fara.
Ljóðar tí um lond og høv
boð um krossin, vónin kæra.
Hann vil veita okkum frið,
setir seg við vára lið.
Lív sítt fyri heimin gevur
hann, sum vald á øllum hevur.
3. Syndadóm hann tók á seg,
eina hann tað kundi gera,
setti dýrt sítt lív í veð
hann, sum uttan synd man vera.
Kærleikin er uttan mál,
frelsir hvørja dømda sál.
Lív sítt fyri heimin gevur,
hann, sum vald á øllum hevur.
4. Páskamorgun upp hann stóð,
mátt og megi mundi vísa.
Boð tað eru okkum góð,
Guð vil okkum øllum hýsa.
Fyri Jesu kærleiksgerð
syndin fyrigivin er.
Lív sítt fyri heimin gevur
hann, sum vald á øllum hevur.
5. Ljóði boð um heimin góð:
Kristus er av grøv uppstaðin!
Syngið Guði takkarljóð
fyri stórverk páskadagin.
Náðin nýggj er hvønn ein dag,
tí fær Guð várt takkarlag.
Lív sítt fyri heimin gevur
hann, sum vald um heimin hevur.
David Johannesen 1980.
Lag: Sl. 292 a og b.