Krist reis upp frá deyða - 193

193
Krist reis upp frá deyða
á páskamorgni reyða.
Tí syngið hátt og hjartaglað
hans kirkjulið um allan stað:
«Heiður veri Guði á himni!»

2. Krist reis upp við veldi,
hann synd og deyða feldi.
Tí syngið hátt og hjartaglað
hans kirkjulið um allan stað:
«Heiður veri Guði á himni!»

3. Krist reis upp við heiður,
til himna hann oss leiðir.
Tí syngið hátt og hjartaglað
hans kirkjulið um allan stað:
«Heiður veri Guði á himni!»

Halleluja! Halleluja! Halleluja!
Tí syngið hátt og hjartaglað
hans kirkjulið um allan stað:
«Heiður veri Guði á himni!»

Týskur sálmur 12. øld. Grundtvig 1845. G. Bruun.
Lag: Sl. 195.
Aftur