Sum ígjøgnum sortar skýggja - 198
198
Sum ígjøgnum sortar skýggja
kemur fram hin gylta sól,
so at bølmyrkur má flýggja,
lýsir í um tind og hól,
so úr grøv upp Jesus stóð
og úr djúpum deyðans sjó,
vann á døprum deyðaváða
árla í páskamorgunroða.
2. Tøkk, o, sigurskappi sterki,
tøkk, o, himinhetja góð,
at tú framdi avreksverkið,
heljarlokur sundur sló,
tøkk, at tú til lívs breyt veg,
deyðan feldi undir teg;
slík er tunga ei at finna,
sum ta gleði kann at inna.
3. Djúpt eg kenni mær í barmi,
at tað ugga ber til mín,
lættir mær av tungum harmi,
tá eg minnist gravstað tín,
hugsi um tað, at tú lá
har í deyðans dimmu vrá,
men reis upp við dýrd og megi,
kann tað vera størri gleði!
4. Liggi eg á syndavegum,
liggi eg á armóðsstrá,
liggi eg á sjúkalegum,
liggi eg í eymd og háð,
liggi eg sum lasafar,
ongan góðan eigi mær,
skal eg so til moldar fara,
vónin mín tó við skal vara.
5. Deyði, synd, alt ørvameingi,
sum hin versti skjóta kann,
stukku av í tínum fangi,
har sum hvíld í grøv tú fann,
har tú søkti tey í kav,
men gav mær ein trygdarstav,
at eg tær má heiður gera
og skal sigurspálmar bera.
6. Tú til lívs meg upp skal vekja,
tað er tín uppreisnar náð;
lat tey leiðið um meg tekja,
lat meg verða maðka bráð,
lat mær gloypa eld og sjógv,
eg í trúgv tó og í rógv
doyggi, tí úr deyðans londum
bjargist eg av tínum hondum.
7. Góði Jesus, veit mær náði
og lat halga anda tín
vera hjá mær, so eg ráði
slíkan allan lívshátt mín,
at eg meir ei nakra tíð
deyðadjúpið falli í,
sum tú sjálvur úr meg ripti,
tá tú deyðan niður syfti.
Kingo 1689. J. Dahl 1924.
Lag: Sl. 307 a og b.
Sum ígjøgnum sortar skýggja
kemur fram hin gylta sól,
so at bølmyrkur má flýggja,
lýsir í um tind og hól,
so úr grøv upp Jesus stóð
og úr djúpum deyðans sjó,
vann á døprum deyðaváða
árla í páskamorgunroða.
2. Tøkk, o, sigurskappi sterki,
tøkk, o, himinhetja góð,
at tú framdi avreksverkið,
heljarlokur sundur sló,
tøkk, at tú til lívs breyt veg,
deyðan feldi undir teg;
slík er tunga ei at finna,
sum ta gleði kann at inna.
3. Djúpt eg kenni mær í barmi,
at tað ugga ber til mín,
lættir mær av tungum harmi,
tá eg minnist gravstað tín,
hugsi um tað, at tú lá
har í deyðans dimmu vrá,
men reis upp við dýrd og megi,
kann tað vera størri gleði!
4. Liggi eg á syndavegum,
liggi eg á armóðsstrá,
liggi eg á sjúkalegum,
liggi eg í eymd og háð,
liggi eg sum lasafar,
ongan góðan eigi mær,
skal eg so til moldar fara,
vónin mín tó við skal vara.
5. Deyði, synd, alt ørvameingi,
sum hin versti skjóta kann,
stukku av í tínum fangi,
har sum hvíld í grøv tú fann,
har tú søkti tey í kav,
men gav mær ein trygdarstav,
at eg tær má heiður gera
og skal sigurspálmar bera.
6. Tú til lívs meg upp skal vekja,
tað er tín uppreisnar náð;
lat tey leiðið um meg tekja,
lat meg verða maðka bráð,
lat mær gloypa eld og sjógv,
eg í trúgv tó og í rógv
doyggi, tí úr deyðans londum
bjargist eg av tínum hondum.
7. Góði Jesus, veit mær náði
og lat halga anda tín
vera hjá mær, so eg ráði
slíkan allan lívshátt mín,
at eg meir ei nakra tíð
deyðadjúpið falli í,
sum tú sjálvur úr meg ripti,
tá tú deyðan niður syfti.
Kingo 1689. J. Dahl 1924.
Lag: Sl. 307 a og b.