Til Emmaus fram leiðin bar - 213
213
Til Emmaus fram leiðin bar;
men tung var fótaferðin,
tí sorgarbundin sálin var
og gleðileys hvør gerðin;
tá fingu teir í fylgi hann,
sum talaði, so hjarta brann,
í andans halga yli.
2. «Ver hjá oss, Harri,» bóðu teir,
«tí náttin er í hendi!»
Og hjartans gleðin nørdist meir,
tá teir sín Jesus kendu;
til møði nú teir mintust ei,
men gingu lætt ta longu leið
tey gleðiboð at bera.
3. «Ver hjá oss, Jesus,» biðja vit,
so hjørtuni ei spillast;
hvat gagnar alt várt strev og slit,
um vit frá Guði villast;
so innantóm og sálarblind
tey reka fyri vág og vind,
sum Harrans orð ei lýða.
4. Títt verðin veldir sakn og sorg,
og tár á kinnum flóta;
ver, Jesus, tá vár fasta borg,
sum eingin makt kann bróta;
er byrðin tung, er brekkan brøtt,
hjá teimum fellur leiðin løtt,
sum Harrans verk útinna.
5. Ja, mildur tú hjá okkum ver,
tá trongd og neyðir níva;
tí einans, Guð, tín náðigerð
kann særda sál upplíva;
øll heimsins ogn og dýrd er strá,
øll foldar gleði svinna má,
Guðs børn um øldir liva.
6. Vælsigna okkum dagsins gerð,
tá morgunsól upp stígur;
vælsigna okkum lívsins ferð,
so tá mót kvøldi líður,
vit finna hvílu við tín favn
og biðja glað í Jesu navn:
«Ver altíð hjá oss, faðir!»
Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 118.