«Eg komi skjótt,» so sigur himnakongur - 222

222
«Eg komi skjótt,» so sigur himnakongur,
«tí skunda tær og drála ikki longur,
men slepp nú øllum, sum her darvar teg!
Tú vinnur aldri fram til perlugrindir,
um ikki her tú játtar tínar syndir
og elskar meg!»
 
2. «Eg komi skjótt,» so sigur himnadrottur.
Brátt lutast honum vald og allur máttur
at seta heimsins síðsta rættarting.
Tá fylkjast fyri honum allar tjóðir
og allar ættir, vándir menn og góðir
um jarðarkring.
 
3. Hann kemur brátt í øllum sínum veldi
at føra heim úr jarðarinnar eldi
tann skaran, sum við krossins fót fann frið.
Tá gleðibrosar lívsins mikli kongur -
tá mennist ævigt lívsins nýggi songur
við hansar lið.
 
4. Hann kemur skjótt og setur rættartingið.
Ja, halt tí fast, sum her tú hevur fingið,
at eingin krúnu tína taka skal!
Tí verður honum trúgvur tú til deyða,
tær lutast lívið páskamorgun reyða,
og sál er sæl!
 
Op 3,11. Edm. í Garði 1951.
Lag: sum Sl. 153.
 

Aftur