Halgi Andi, kom tú inn - 235

235
Halgi Andi, kom tú inn
í mítt hjarta, hug og sinn,
náðarorðið týð tú mær,
vís mær Jesu fótafar,
so eg kann í Jesu navn
stevna móti himnahavn.
 
2. Trúar andi, kærleiks band
legg tú um mítt fólk og land,
lýs tú upp mín myrka veg,
so at eg kann hóma teg;
tá ið dagur aftnar her,
tú í mínum barmi ver.
 
3. Legg mær bøn á tungublað,
so eg kann til evsta dag,
tá ið eg á hvíldarstund
eygað leggja skal í blund,
lov og tøkk út syngja tær
fyri hjálp, tú veitti mær.
 
S.M. Zachariasen.
Lag: sum Sl. 74.
 

Aftur