Birt tú ljós í barmin nú - 239

239
Birt tú ljós í barmin nú,
Halgi Andi, tú hin skæri!
Sýn mær sonnu, rættu trú,
frá tí ranga tú meg varði;
el í mær ta góðu trá
eftir krúnuni at ná.
 
2. Sannleik tín tú fram mær greið,
ber mær boð um guddómsvilja,
vís mær veg á rætta leið,
so eg halga miðið skilji;
tváa tú mín huga rein',
gev mær væl á góðum grein.
 
Jóannes Patursson.
Lag: sum Sl. 27.
 

Aftur