Man í huganum enn finnast - 247
247
Man í huganum enn finnast
dreymurin, í hjarta brann?
Torir nakar enn at minnast
Sion, meðan tárið rann?*
Trívur nakar enn í bæði
urgansljóð og hørpustrong,
so at aftur kemst á lagið
til at kvøða Sions song?
2. Fylkist allar Sions døtur,
haldið Harrans fjalli at.
Oyddi fíggindin so fløtur,
Harrans fjall hann standa læt.
Steinur ei á steini eftir,
hornasteinur heilur lá
sum tann fasti, tryggi klettur,
har beit eingin brandur á.
3. Sions borg vit ikki byggja,
so hon høgt mót himni ber.
Sum ein smátta skal hon liggja,
lítið mett í hesi verð.
Men í lívd av Harrans náði
eina gylta kvøldarstund
byggja eftir hansar ráði
vit á gamla klettagrund.
4. Fyri heimsins dýrd og heiður
er her bæði fátt og smátt,
men hin hægsti borðið reiðir
innan okkar lágu gátt.
Hann, sum barn hjá síni móður
tryggur lá og uttan neyð,
hann, sum lá í krubbu góður,
vil í smáttu bróta breyð.
5. Tí skal dýrdin longur vara**
undir hesi lágu lon
enn í prúðum borgargarði,
sum nú farin er í fon.
Silvurið og gullið eigur
hann, sum meir enn gullið er.
Góðska hansar okkum leiðir
endurfødd á himnaferð.
* Sálmur 137,1-6 ** Hagg 2,1-9
Grundtvig 1825. Axel Tórgarð 1955.
Lag: Sl. 216.