Ger teg til reiðar, kristni alt - 253

253
Ger teg til reiðar, kristni alt,
nú náttin burt er svunnin,
tí Harrans dýrd er ljóst og balt
sum nýárssól upprunnin.
Tann sterki hevur øllum vent,
tín sorg er sløkt, alt ónt er bent,
verð ljós og ver til reiðar.
 
2. Enn heimurin er merktur av
tí nátt, sum um oss sígur,
enn myrkur valdar land og hav,
men væl at morgni líður.
Tí trúgvin satt tað orðið fær:
«Guðs dýrd er risin fyri tær
og klárliga skal rísa.»
 
3. Og kring títt ljós, sum er Guðs orð,
seg tjóðir skulu samla
í kirkjukór, við bað og borð,
hin ungi við tí gamla.
Og kongar halda síni ferð
at nýggjársglæmuni, sum er
nú fyri tær upprunnin.
 
4. Tú lýsa skalt við gleðigleim,
tí Harrin alt kann bøta,
tá tínir synir koma heim,
við lovsongi tær møta.
Ja, hjarta títt skal gleðast við,
at døtur tínar fremst í lið'
á armi verða bornar.
 
5. Tað Harrans dýrd úr erva er,
sum teg so heilt skal fylla.
Tað er hans ráð, sum hann tær ber,
tað djevul ei skal ridla:
Til tín er talað náðiorð
við lívsins bað og lívsins borð.
Tað ljóðar allar dagar.
 
6. Ger teg til reiðar, kristni alt,
lat ljós í staka brenna.
Guðs kærleika og virki balt
lat heimin allan kenna.
Tann sterki hevur øllum vent,
tín sorg er sløkt, alt ónt er bent,
verð ljós og ver til reiðar.
 
Es 60,1-6.
K.L. Aastrup 1935. Salomon J. Joensen 1969.
Lag: sum Sl. 5.
 

Aftur