So strítt teir farnu dagar runnu - 256

256
So strítt teir farnu dagar runnu
sum fossar í tey miklu høv,
og har teir veiku hvíld sær funnu,
har fekk tann sterki sína grøv;
men tøkk tær veri, himna Guð!
tín megnar ætt doyr aldri út.
 
2. Tá grøvin tyrvd er, vaggar aftur,
og maður kom í mansins stað,
so yngist hesin dýri skattur,
tín megnar ætt hvønn skaptan dag,
og minnið og Guðs miskunn við
seg greina út í túsund lið.
 
3. Lat okkum eyga á tað festa,
hvat mætir mettu lívsins lyst,
ja, lat oss kappast við tann besta
og vága djarvt við deyðan dyst.
At spreingja hann og gravargarð
kann við Guðs hjálp væl eydnast tær.
 
Grundtvig 1833. Rólant Lenvig 1987.
Lag: Sl. 296.
 

Aftur