Eg veit mær ein blund í Jesu navn - 290

290
Eg veit mær ein blund í Jesu navn,
tá lívið til deyða hallar,
tá foldin meg tekur blítt í favn
og móðurliga meg ballar,
tá sálin hjá Guði væl er goymd,
og burt eru sorgir allar.
 
2. Eg veit mær ein sælan kvøldarfrið,
tá foldarlívs strev er endað,
eg frøist og gleðist so mangan við
á himmalsins strond at lenda,
eg vil so fegin til hvílu gá
og heiminum bakið venda.
 
3. Eg veit mær ein morgun við lúðraljóð,
sum gellir um bygd og býir,
sum vekur meg upp úr deyðans ró,
Guðs sonur av himli stígur;
hann kallar meg upp úr deyðans nátt
og himla sælu mær býður.
 
4. Tann morgunin mær so kærur er,
eg veit mær ei nakran betur.
O, veri hann næsta morgun her,
eg suffi við sólarsetur;
eg syngi um hann um morgunstund,
tá fuglur í lundum letur.
 
5. Og frelsarans rødd við hvørja grøv
tey deyðu til lívs tá kallar;
hátt ljóðar hans boð um lond og høv,
og fram koma sálir allar,
tey halgu hann tekur heim við sær
til faðirsins dýrdarhallar.
 
6. O, Jesus, ver tú ta stund mær hjá,
tá lív mítt her enda hevur,
og sig mínum kæru blídliga frá:
hann deyður ei er, hann svevur.
Eg veit fullvist, at vár faðir tá
nýtt lív mær í himli gevur.
 
M.B. Landstad 1851.
1.-4. ør.: Jóan Chr. Poulsen.
5.-6. ør.: Mikkjal á Ryggi.
Lag: Sl. 54.
 

Aftur