O, kristni tú alt - 323
323
O, kristni tú alt
á foldum oss veitir tað, eygum er fjalt;
um enn gjøgnum toku og kámliga tekt
tó hómar her hjartað tað ljós, sum við mekt
úr landinum ljómar, har kærleikin er,
ið sæl okkum ger.
2. Tann eydnan er sæl
at liva, har ormur ei bítur í hæl,
har alt blómar upp, ið var følnað á fold,
har alt gongur kykt, ið lá kólnað í mold,
har kærleikin lýsir sum magnandi sól
um hátignar stól.
3. Tú alsæla strond,
har tíð ikki gongur við gráti í hond,
har blóma ei følnar, og fuglur ei ferst,
har eydnan ei broyskin sum glerpípa gerst,
har høvuðskreyt ellis, hitt snjóhvíta hár,
ei fæst fyri tár.
4. O undurverks trúgv,
hvar feigdarmenn falla, tú byggir tær brúgv
til himlanna hæddir av døkkari jørð,
sum menn leggja brúgv út um streymharðan fjørð;
kom higar at dala, sum hugur tín er,
tá andin teg ber!
5. Og vongsnara vón,
sum settist í skírnini oss fyri sjón,
oss fjøðurham læna, sum andin tær gav,
so flogið fer tíðum at landi um hav,
har sól ikki sígur, og sælan er skær,
tí Jesus er nær!
6. O, kærleiki svá
sum kelda frá tær vellir stórveldis á;
tú hellir frá Harranum gávumild orð
í signingar kalik við kristmanna borð.
Kom tystar at leska í stríðinum her,
vár lívdrykkur ver!
7. O, kærleikans ond,
ið leiðir Guðs lið fram at sælunnar strond,
við háaltars eldi ger hjørtuni eitt,
og reinsan við mildi tú knøttinum veit,
so mannkynið kennir, at kristni ger ljóst,
ber gleði í bróst!
Grundtvig 1832.
G. Bruun.
Lag: Sl. 323 a og b.