O, Guð, hav okkum við títt orð - 335

335
O, Guð, hav okkum við títt orð,
vit ganga ørm í brøttu skor,
at einki fyri bakka fer,
tá óndir fjallmenn søkja her.
 
2. O, dýri Jesus, sýn tín mátt,
tú hevur ævinliga rátt,
tí líta tær vit alt í hond,
sum røkkur um øll heimsins lond.
 
3. O, mikli máttur, halga boð,
gev fólki frið og heilagt flog,
lat fylgið alt, tá ferð er av,
væl finna tað, títt lyfti gav.
 
Luther 1542. Grundtvig 1837.
Chr. Matras.
Lag: Sl. 258 ella sum Sl. 261.
 
 

Aftur