Kom, sannleiks andi, vitni ber - 336

336
Kom, sannleiks andi, vitni ber,
at Jesus Kristus lív várt er,
og at vit eina vita hann,
sum sálum várum bjarga kann.
 
2. Kom, ljósins andi, okkum leið,
so gøtan liggur vís og greið,
og burtur vit av trúargrund
ei fetið víkja nakra stund.
 
3. Ver, faðirs andi, okkum hjá
við himins dýrd, Guðs mildu náð,
veit okkum troyst, lýs okkum spor
og grein tú okkum lívsins orð!
 
Kingo 1699. J. Dahl 1925.
Lag: Sl. 192 ella sum Sl. 191.
 
 

Aftur