Lat anda tín við okkum vera - 356

356
Lat anda tín við okkum vera,
vit biðja teg, vár frelsarmann,
so hvørt eitt barn, vit til tín bera,
sælt til tín deyða doypast kann!
 
2. Vit eftir tær tey her upp kalla,
tú styðja tey, tí rás er hál,
og snáva tey, lat tey ei falla,
men halda fram og náa mál'!
 
3. Er skeiðið langt, lat tey ei møðast,
styrk tú tey, tá ið grána hár!
Er skeiðið stutt, lat tey tá frøast
um tína dýrd tey ungu ár.
 
4. Títt navn í teirra hjarta skriva,
og teirra navn í hendi tær,
so tey í sorg og gleði liva
í andans felagi við tær.
 
5. Guðs einglar vøgguljóðið syngja,
tað ljóði gravarbakka á!
Og sum tey krossur her skal tyngja,
so lat tey sigurskrúnu fá.
 
James Allen. Grundtvig 1837. J. Dahl 1927.
Lag: Sl. 201.
 
 

Aftur