O, Jesus, lívsins ljós í verð! - 383

383
O, Jesus, lívsins ljós í verð!
til borðhald títt vit koma her
og falla á tín altarfót
við bøn um styrk og sálarbót.
 
2. Vit minnast her tey miklu orð,
tú mælti, tá tú satst við borð:
«Eg gevi likam mítt og blóð.»
O, gáva fram um allar góð!
 
3. Vár Jesus, sum til borðs oss beyð,
ja, likam títt er hetta breyð,
sum fyri okkum givið var
og allar heimsins syndir bar.
 
4. Títt sanna blóð er hetta vín;
so dýrakeypt var frelsa mín,
mær einans fyrigeving vann
títt blóð, sum út á krossi rann.
 
5. Eg skilji ei tað loyndarmál,
men kenni innast mær í sál,
at Jesus her til staðar er,
og halgan frið í barm mær ber.
 
6. Ja, Jesus, sum her okkum gav
títt likam, blóð at leskast av,
tú ert í okkum, vit í tær,
o, sæla stund, her Guð er nær!
 
7. Tín gáva er oss dýrabar,
tín minnishøgtíð hjartans kær,
so mikil náði til mín røkk!
Tær veri prís og ævig tøkk!
 
8. Mín synd er tung, tó veit eg vist,
algóður ert tú Jesus Krist,
tú alt mær fyrigeva vilt,
tí er mín sál av frøi fylt.
 
9. Mín Jesus, halt meg nær hjá tær,
so heimsins freisting ikki fær
meg drigið út av himlaveg.
Í deyðans løtu fevn tú meg.
 
10. Í himmiríkis høllum tá
teg, Jesus, eg í dýrd skal sjá;
tá er mín sál av syndum loyst,
tá tørvar mær ei aðra troyst.
 
11. Tá er mítt síðsta stríð útstrítt,
tá ljóðar sigurssongur blítt,
tá er ei ár og dagatal,
tá liva vit í Guði sæl.
 
Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 357.
 
 

Aftur