Óttast ei, vak og bið! - 388
388
Óttast ei, vak og bið!
Jesus hevur tær vunnið frið.
Hann hevur sigrað í størsta stríð,
Sátan bundið um alla tíð,
opnað tær himnanna dyr.
2. Óttast ei, vak og bið!
Jesus hevur tær vunnið frið.
Heim hann førir sær brúður brátt
hiðan av foldum til himna hátt,
heim í Guðs faðirs síns favn.
3. Óttast ei, vak og bið!
Jesus hevur tær vunnið frið.
Hevur tú lýsi á koluna spart,
brennur ljós títt, um enn ei bjart,
finnur við gleði tú hann.
4. Óttast ei, vak og bið!
Jesus hevur tær vunnið frið.
Vald og svik aldri fella hann,
dvølur hann leingi, hann koma tó man,
gleði tín verður tess meir.
5. Óttast ei, vak og bið!
Jesus hevur tær vunnið frið,
hann teg leiðir, um alt sýnist svart,
hann er tær nær, tó at ei tú sært
Jesus, tín trúfasta vin.
6. Klokkan slær, tíðin fer,
ævin endaleys fyri er;
latum oss tí nýta hvørja stund,
Harranum tæna av hjartans grund,
so finna vegin vit heim.
H. Agerbek 1850.
Símun av Skarði.
Lag: sum Sl. 188.